Pallborðsfundur við valevnunum til Tórshavnar Ungdómsráð verður mikukvøldið 26. mars klokkan 20 í Margarinfabrikkini.
Av tí at hetta er fyrsta valið til Tórshavnar Ungdómsráð, eru nógv ung ið sakna meira kunning og ivast í hví tey skulu brúka sína atkvøðu og hvat endamálið við ráðnum er. Á pallborðsfundinum hava tey ungu møguleika at seta spurningar og valevnini greiða frá, um seg sjálvi og um teirra hugsjónir og mál.
Kvøldið byrjar við at Rebekka Petersen syngur nøkur løg. Síðani kemur Helena Dam á Neystabø at greiða frá, hví stig er tikið til ráðið og endamálið við tí. Eftir hetta verður fundur og kjak við teimum ungu valevnunum.
Orðstýrari verður Bjarni Kárason Petersen, limir í Norrøna Ungmannafelag Føroya
Øll ung, ið eru millum 14 og 22 ár, í Tórshavnar Kommunu, hava atkvøðurætt.
Tiltakið er ókeypis og bjóðað verður the og kaffe