Pallborðsfundur um Suðuroyar Sjúkrahús

Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi skipar fyri almennum pallborðsfundi.

Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi skipar fyri almennum pallborðsfundið í ítróttarhøllini í Trongisvági.

 

Ætlanin er at manna panelið við fólki, sum hava førleika at svara øllum spurningum um støðuna hjá barnakonum í Suðuroynni, sum heldur óskipað skulu búleikast í Havn í fleiri vikur undan føðing.

Allir býráðslimir í oynni eru bjóðaðir við sum spyrjarapanel, men áhoyrarnir fáa sjálvandi eisini møguleika at seta spurningar.

Eisini er ætlanin at fáa mammur, sum seinastu tíðina hava átt í Havn at greiða frá, hvussu stóra ávirkan galdandi skipan hevur havt á familjuna bæði sálarliga, fíggjarliga og í aðrar mátar.

 

Eisini er ætlanin, at borgarar í oynni skulu fáa svar upp á, hvønn leiklut Suðuroyar Sjúkrahús kemur at hava innan føroyska heilsuverkið í framtíðini.

Vernd fer at kunngera høvuðspanelið, tá tað endaliga er komið upp á pláss, skrivar sudurras.fo.