Pallborðsfundur um javnstøðu

Mánakvøldið 2. februar klokkan 19.30 skipar Javnstøðunevndin fyri almennum tiltaki um javnstøðu á Seglloftinum á Tvøroyri Hvat skulu vit við javnstøðu? Hvat gagn hevur eitt samfelag av javnstøðu? Hvat heldur landsstýrismaðurin við ábyrgd av økinum? Hesir og aðrir spurningar um javnstøðu í Føroyum verða viðgjørdir mánakvøldið 2. februar áTvøroyri. Tá skipar Javnstøðunevndin fyri almennum pallborðsfundi um javnstøðu. Tiltakið verður á Seglloftinum.

Við pallborðið sita Jóhan Dahl, landsstýrismaður við javnstøðumálum, Annleyg Lamhauge, blaðstjóri á Kvinnu og Anna Mortensen, leiðari í Ungdómshúsinum á Tvøroyri. Tey hava hvør sína framløgu um javnstøðu, og síðani verður høvi hjá øllum at seta spurningar og at koma við hugsanum um, hvussu Javnstøðunevndin, landsstýrismaðurin og onnur kundu arbeitt við javnstøðu frameftir.

Við hesum tiltaki vónar Javnstøðunevndin at økja um kunnleikan til og áhugan fyri javnstøðuspurningum í føroyska samfelagnum. Vónandi verða nógv fólk á Seglloftinum á Tvøroyri mánakvøldið 2. februar klokkan 19.30.

Komandi tíðina verða líknandi tiltøk í Klaksvík og í Tórshavn.