Tað kann vera troyttandi einki at skilja, tá ið prátið snýr seg um fiskivinnuna. Tað heldur MFS eisini. Tí skipar felagið fyri einum tiltaki hóskvøldið 27. oktobur, har fólk fáa møguleikan fyri at fáa innlit í føroysku fiskivinnuna saman við serfrøðingum.
Endamálið við tiltakinum er at geva innlit í føroysku fiskivinnuna umframt at viðgera uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan, ið varð løgd fram fyrst í oktober.
Byrjað verður við kunnandi framløgu, har Malan á Dunga, búskaparfrøðingur, kemur at seta fólk inn í fiskivinnuna. So er pallborðskjak á skránni, har kjakast verður um nýggja tilmælið við fokus á burðardygd og fólksins ogn.
Til kjakið hevur MFS bjóðað Høgna Hoydal, fiskivinnumálaráðharra, Magna Laksafoss, løgtingslimi, Anfinni Olsen, reiðara og formanni í reiðarafelagum, Eydnu í Homrum, lívfrøðingi og umboð fyri Havstovuna og Hera á Rógvi, búskaparfrøðingi.
Mortan Østerø fer at leiða fundarfólkið ígjøgnum kvøldið, og møguligt verður hjá áhoyrarnum at koma við spurningum og viðmerkingum.










