Pallborðsfundur um fiskatelduolju

Mikukvøldið skipar Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri pallborðsfundi um vinnumøguleikar og vinnulívspolitikk í einum sjálvstøðugum Føroyum

Hvussu skal føroyska vinnulívið síggja út í framtíðini, hvussu verður við vinnumøguleikum og hvør verður vinnulívspolitikkurin í einum sjálvstøðugum Føroyum.

Hesar spurningar vil Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hava svar uppá, og tí skipar felagið fyri einum almennum pallborðsfundi í Útvarpshøllini mikukvøldið 12. mai klokkan 19.

Fundurin hevur fingið tað forvitnisliga heiti Fiskatelduolja, og evnini, sum vera viðgjørd á fundinum eru framtíðar vinnur í Føroyum, hvussu megnar vinnulívið at fíggja eitt føroyskt vælferðarsamfelag, krøvini til ein framtíðar vinnupolitikk, økismenning og samstarv millum alment og privat.

Tað verða fólk frá vinnulívinum, sum sita í panelinum og tey eru, sum skilst bæði eldri og yngri.