-Orsøkin til at vit skipaðu fyri fundinum undir hasum forminum var, at pallfundarformurin er rættuliga keðiligur. Vit hava so hugsað eitt sindur um, hvussu man kann fáa meira lív í slík tiltøk, uttan at tað gongur útyvir tað seriøsa innihaldið. Komu so fram á hendan formin, ið er inspireraður úr amerikansku skipanini við t.d. senats-hoyringum.
Royndirnar frá fríggjakvøldinum vístu greitt, at hatta er ein gongd leið. Tó skulu uppleggini frá pallborðinum vera eitt sindur styttri (uml. 5 min.), og politikararnar skulu læra seg at seta spurningarnar soleiðis, at teir ikki vera ov langdrignir sigur Ronnie Thomassen, sum leggur dent á, at hugskotið við hesum forminum heldur fram og leggur aftrat:
- Tað er altavgerandi, at tað eru politikarar, ið eru spyrjarar. Tað er hetta, ið lyftir fundin upp, so lív er í honum. Men samstundis gevur hetta politikarunum høvi til sjálvir at stýra einum dialogi við serfrøðingar av ymiskum slag, og hetta kann vera ógvuliga gevandi fyri báðar partar. Politikarin stendur ikki sjálvur í andglettinum, men kann í staðin fyri vera konstruktivur. Og júst hetta er nýbrotið, ið kann fáa týdning fyri føroyska tjakið framyvir sigur Ronnie Thomassen í viðmerkingini.










