TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum var við Páll Guðlaugsson, høvuðsvenjara hjá TB á Rás2 fyrr í dag. Páll heldur, at javnleikur 1-1 millum TB og HB var eitt rættvíst úrslit, men hann heldur, at teir í TB høvdu eisini nóg mikið av málmøguleikum til at vinna í dag.
Páll er ikki heilt foreintur við úrtøkuna fyrstu umførini. Hann heldur, at TB kundi havt nakrar fleiri sigrar, men hann er sera fegin um, at TB er eitt hart arbeiðandi lið, sum er sera ringt at vinna á.










