Páll Guðlaugsson vil hjálpa TB at yvirliva í effodeildini, og tí valdi hann at taka av avbjóðingini at gerast venjari hjá TB.
Hann heldur, at TB hevur møguleikar at yvirliva, og hann er væl nøgdur við ta fyrstu venjingina við Stórá í Trongisvági. Páll er ein varin optimist, tá hann verður spurdur um møguleikarnar ímóti ÌF á heimavølli sunnudagin.
Undir myndini ber til at hoyra eitt ljóðbrot við einari samrøðu við Páll Guðlaugsson.