Tølini siga, at tað var toppur ímóti botni, tá ið toppliðið vann 7-0 ímóti botnliðnum. Heilt stóri maðurin í Klaksvík var Páll A. Klettskarð, sum er besti KÍ málskjútti nakrantíð. Í dag legði hann fýra mál aftrat málmetinum, og nú hevur hann skorað 14 mál í ár og er eitt aftanfyri Mikkel Dahl, sum er ovast á máltindinum.
At tað vóru 48 stig millum KÍ og TB sást ikki fyrstu løtuna í Klaksvík.
Heimaliðið var meiri á bóltinum, og tað vóru fleiri spentar støður í TB brotsteiginum, men tað gekk illa hjá heimamonnunum at fáa bóltin í málið aftanfyri Andreas Heggen, sum í dag vardi TB málið, og sum var greitt besti maður hjá TB.
John Villi Wøldike Leo var ikki á TB listanum, og Dánjal Godtfred var á beinkinum.
KÍ var mest sum í somu uppstilling sum í Gundadali mikukvøldið. Undantakið var, at Páll A. Klettskarð var millum teir fyrstu ellivu. Hann avloysti leikbannaða Jákup B. Andreasen.
TB helt tørn, inntil 25 minuttir vóru farnir, og fyrstu løtuna vístu tvøramenn, at teir dugdu at spæla fótbólt, hóast teir oftast vóru illa kroystir.
Tá ið tað eydnaðist KÍ at fáa hol á við máli, sum Odmar Færø skoraði úr stuttari fjarstøðu eftir fríspark frá Árna Frederiksberg, gekk tað øgiliga skjótt.
Tveir minuttir seinni økti Bob Sumareh um leiðsluna til 2-0 eftir eitt sindur av aftur og fram, og tá ið ein stórur hálvur tími var farin, økti Páll A. Klettskarð til 3-0. Aftur átti Árni Frederiksberg uppleggið.
Seks minuttir seinni økti Heini Vatnsdal eftir upplegg frá Jóannesi K. Danielsen, og tveir minuttir seinni var 5-0, tá ið Páll A. Klettskarð skoraði, eftir at hann og Bob Sumareh vóru leysir.
Eftir steðgin svam KÍ í málmøguleikum. Jóannes Bjartalíð átti fleiri heilt góðar sendingar, og fleiri ferðir stóðu klaksvíkingar mest sum í bíðirøð, uttan at tað eydnaðist teimum at skora. Andreas Heggen var stinnur í málinum, og teir bláu vóru ikki altíð so neyvir, tá ið teir royndu ímóti málinum.
Gongdin var tann sama í seinna hálvleiki. Bólturin var næstan ongantíð á heimahálvuni, og tað vóru heilt nógvar spentar støður og nógvir góðir málmøguleikar. 20 minuttir undan leikloki eydnaðist tað Páll A. Klettskarð at skora eftir upplegg frá Jesper Brinck, og tíggju minuttir seinni var hann aftur upp á spæl og skoraði til 7-0.










