Langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat undir Mýruhjalla á Skála gjørdist Páll A. Klettskarð bjargingarmaðurin hjá KÍ. Hann fekk við høvdinum stýrt einum innleggi í netið, og so kundu norðoyingar fegnast um ein kærkomnan 2-1 sigur á Skála.
Tað var annar Marjus Nón, sum við einum vøkrum langskoti úr 19 metrum legði Skála á odda tá tríggir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki.
Átta minuttir seinni fór Páll A. Klettskarð um koll í brotsteiginum hjá Skála á óregluligan hátt, og so kundi Árni Frederiksberg javna til 1-1.
Leingi sá út til, at Skála fór at knógva eitt stig móti verandi FM-vinnarunum, men Páll A. Klettskarð prógvaði enn einaferð sítt virðið fyri KÍ.
Talan var um sjeynda málið hjá Pálli í fýra dystum.
KÍ hevur níggju stig, sama stigatal sum B36 og Víkingur, ið spæla seinnapartin í dag. B36 klokkan 14 á heimavølli móti 07 Vestur, og Víkingur á útivølli móti ÍF klokkan 15.
Skála hevur trý stig aftaná fýra dystir, men teir stóðu fyri einum góðum avriki í dag.
Skála-KÍ 1-2 (0-0)
1-0 Marjus Nón (48.)
1-1 Árni Frederiksberg br. (56.)
1-2 Páll A. Klettskarð (90+4)