Í dag hevur Pál Joensen svomið 800 metrar frísvimjing í Danish Open.
Svimjing.com skrivar, at Pál svam teinin í tíðini 7:52.82, sum er nýtt stevnumet fyri Danish Open.
Vinnarin av kappingini í fjør, Mads Glæsner, hevði tíðina 7:58.13.
Svimjing.com skrivar, at tíðin hjá Pál Joensen á 800 metrum er helst ársins besta tíð í heiminum.