Páll umrøður Arktis í Hørpuni

Samstarv er neyðugt, nú kappingin frá eystri veksur, segði Páll á Reynatúgvi í røðu síni.

Páll á Reynatúgvu, løgtingslimur, hevur umboðað Føroyar á ráðstevnuni Arctic Circle í Reykjavík.

 

Páll á Reynatúgvi vísti á, at tað er neyðugt hjá londunum í útnorðri at samstarva, og serliga nú kappingin frá eysturlondum er harðnað.

 

- Arktiska økið er fyrst og fremst eitt heim hjá tess íbúgvum, fólkunum og djórunum, sum búgva í økinum, og okkara mál er at stuðla og varðveita hendan lívsháttin, segði Páll á Reynatúgvu millum annað.

 

- Harnæst er arktiska økið av stórum áhuga geopolitiskt, hjá frálandsvirksemi og fyri framtíðar siglingarmøguleikar, segði løgtingslimurin, sum eisini heitti á luttakandi myndugleikarnar, um at virka fyri at felags reglum og lógum fyri skip og bátar, ið sigla í okkara dýrabara øki, sum hann málbar seg.