Páll umboðar Sandoynna

Eftir seinasta uppstillingarfund hjá Sandoyar Tjóðveldisfelag er greitt, at Páll á Reynatúgvu stillar uppatur.

Eftir triðja og seinasta uppstillingarfund hjá Sandoyar Tjóðveldisfelag í gjárkvøldið er nú greitt, at Páll á Reynatúgvu stillar uppatur til komandi løgtingsval.

 

- Tað varð einmælt samtykt á øllum trimum uppstillingarfundunum, at Páll skal stilla uppaftur, sigur Kristian Oskar Henriksen, formaður felagsins.

 

Sjálvur skrivar Páll á Reynatúgvu á sínari facebook-síðu 4. august, tá hann hevur verið á sínum seinasta løgtingsfundi á hesum sinni:

 

- Mær er - sum tí einasta - unt at vera á øllum tingfundum í hesum valskeiðnum. Hetta er eitt sindur undarligt við øllum avlýsingunum, sum hava verið hjá Teistanum.

 

Henda dagin á sínari facebook-síðu vísir sandoyartingmaðurin á, at tá uppstillingarfundir verða í Sandoyar Tjóðveldisfelag, verður greitt, um hann stillar uppaftur.

 

- Eg eri framvegis eyðmjúkur og stoltur av at umboða mítt fólk og mítt land, leggur hann aftrat.

 

Nú er so endaliga greitt, at Páll á Reynatúgvu verður valevni hjá Sandoyar Tjóðveldisfelag á løgtingsvalinum komandi.