KÍ vann í kvøld í sól og viðhvørt kavaælingum 5-0 á Svangaskarði ímóti B68
Stóri maðurin á KÍ liðnum var Páll A. Klettskarð. Í steypadystinum ímóti B36 var hann ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaði ein hálvur tími, og B36 var frammanfyri 2-0.
Í kvøld var Páll millum teir fyrstu ellivu. Hann takkaði fyri álitið og skoraði trý mál ella hattrikk. Hann er nú einsamallur á máltindinum við átta málum, og tað man eingin ivi vera um, at hann verður fremsti maður frá fyrsta bríksli, tá ið KÍ sunnudagin fer at spæla landskappingardyst á útivølli ímóti B36.
Hjá B68 er talan sjálvandi um stórt vónbrot. Tað vóru tó glottar í fyrra hálvleiki, tá ið B68 eina løtu hevði gott tak á álopsspælinum. Í verjupartinum var talan um mistøk, og tey sektaðu klaksvíkingar, og so var talan um mótbrekku hjá B68. Í seinna hálvleiki var KÍ greitt omaná, og tað vóru møguleikar at skora fleiri mál.
Fyri klaksvíkingar mundi tað kennast hugaligt, at Óli Eyðsteinsson var millum teir fyrstu ellivu, og at tveir klaksvíkingar í seinna hálvleiki vórðu skiftir inn – Børge Petersen, Símun Kalsø og Olaf Karstenson Hansen, sum fyri fyrstu ferð var á besta liðnum.
Árni Frederiksberg skoraði til 3-0 og legði upp til mál, og Claes Philip Krongberg staðfesti 5-0 sigurin. Eisini hann legði upp til mál.
Máltalið sigur, at KÍ var sannførandi í verjuavrikinum, hóast Dabo og Samba í løtum í fyrra hálvleiki hóttu.
Eftir seks umfør er KÍ topplið við fullari úrtøku – 18 stigum. Sunnudagin verður toppdystur, tá ið mótstøðuliðið verður B36 í Gundadali. B36 hevur 15 stig.
B68 hevur trý stig fyri tríggjar javnleikir. Sunnudagin verður sera týdningarmikil dystur, tá ið B68 fer at spæla í Fuglafirði.
KÍ | 6 | 6 | 0 | 0 | 20 | 2 | 18 |
B36 | 6 | 5 | 0 | 1 | 12 | 5 | 15 |
HB | 6 | 4 | 2 | 0 | 15 | 3 | 14 |
ÍF | 6 | 3 | 0 | 3 | 7 | 6 | 9 |
Víkingur | 5 | 2 | 2 | 2 | 12 | 9 | 8 |
07 Vestur | 6 | 2 | 1 | 3 | 8 | 10 | 7 |
EB/Streymur | 6 | 2 | 1 | 3 | 5 | 7 | 7 |
TB | 6 | 1 | 1 | 4 | 4 | 18 | 4 |
B68 | 6 | 0 | 3 | 3 | 5 | 15 | 3 |
AB | 6 | 0 | 0 | 6 | 1 | 14 | 0 |