Páll skal spæla við Klaksvíkar hornorkestur

(Ljóðsamrøða) Páll Klettskarð skal spæla við landsliðnum og við Klaksvíkar hornorkestur

Føroyski landsliðsframherjin, Páll Klettskarð, er í sannari serstøðu á landsliðnum. Hann hevur nevniliga tvær uppgávur á túrinum í Norðurírlandi. Hann skal spæla landsdyst leygarkvøldið og spæla við Klaksvíkar Hornorkestur.

 

Hoyr samrøðuna við Páll Klettskað við at trýsta á pílin á myndini

 

Søgan er so serlig, at millum annað The Sun hevur gjørt nógv burturúr hendingini. Har er Páll Klettskarð á baksíðuni. Sum skilst, so hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari, givið Pálli loyvi at spæla við hornorkestrinum í morgin á døgurða.

 

Les eisini: Páll Klettskarð í The Sun

 

Páll Klettskarð er fúsur at traðka til, um boð verða eftir honum – bæði á vøllinum og við orkestrinum.