Meistararnir í Klaksvík vunnu seinnapartin tryggan 2-0 heimasigur ímóti Víkingi, sum í fjør var næstbest í landskappingini, og sum vann steypafinaluna ímóti júst KÍ.
Sigurin ber við sær, at KÍ framvegis hevur fulla úrtøku, meðan Víkingur nú er átta stig frá toppinum.
Sjey minuttir undan dystarloki sá liðformaðurin hjá Víkingi Atli Gregersen gula kortið fyri aðru ferð, og so noyddist hann av vøllinum í sínum 500. Dysti í fremstu røð.
Undan steðginum var eingin munur á liðunum, og tá átti Víkingur fleiri góðar málmøguleikar, uttan at tað eydnaðist at skora.
Eftir steðgin hevði KÍ betri tak á spælinum. Víkingur megnaði ikki at spæla seg til rættar málmøguleikar, meðan tað eina løtu lá í luftini, áðrenn KÍ fekk hol á. Eitt nú var Claes Philip Kronberg, sum var ytstur framrættaður í vinstru, spældur púra leysur mitt fyri, men Bárður á Reynatrøð stórbjargaði.
So var tað, at tað eydnaðist KÍ at skora. Luc Kassi, sum var eyðsýndur sentralur miðvallari, legði fram í vinstru, har Páll A. Klettskarð við høvdinum spældi Claes Philip Kronberg leysan, og so var 1-0.
Og eina løtu seinni staðfesti Luc Kassi 2-0 sigurin. Hann var sjálvur við í uppspælinum. Bólturin endaði í høgru, har Páll A. Klettskarð rann seg leysan og av baklinjuni legði út frá til Luc Kassi, sum smekkaði bóltin í málið.
Í íshokey verður tosað um powerplay, og soleiðis var síðsta løtan, tá ið heimaliðið var yvirmannað og fyri tað mesta hevði bóltin uttan at leggja so nógv fyri í royndunum at leypa á.
KÍ - Víkingur 2-0 (0-0)
1-0: Claes Philip Kronberg
2-0: Luc Kassi