Toppdysturin í dýrdarveðrinum í Klaksvík í kvøld er liðugur. KÍ vann 1-0 ímóti Víkingi, og eftir átta umfør hevur KÍ framvegis fulla úrtøku. Bara eitt mál er farið ígjøgnum hjá klaksvíkingum, sum í løtuni tykjast fáa lítla kapping, nú teir hava kós ímóti at endurtaka FM heitið.
Víkingarnir eiga at iðra seg um, at teir einki hava við sær aftur í Norðoyatunnilin. Víkingur var í kvøld tað liðið, sum hevur megnað at geva KÍ nógv størst mótstøðu, og tað hevði einki forgjørt verið í tí, um teir høvdu eitt stig við sær til hús.
Sjey minuttir eftir steðgin høvdu teir risastóran møguleika at leggja seg á odda, tá ið Noah Mneney spældi væl upplagda Olaf Bárðarson leysan eitt sindur í vinstru. Olaf hevði góðar stundir, og tá ið hann royndi at seta bóltin framvið málverjanum og í handara síðunetið, eydnaðist tað ikki, tí Mathias Rosenørn bjargaði væl við beinparadu.
Og tveir minuttir seinni lá bólturin í málinum hjá Víkingi. Tá ið Páll A. Klettskarð út stuttari fjarstøðu sparkaði bóltin upp í nettakið, var tað serliga vongverjin í vinstru hjá Víkingi, Bergur Gregersen, sum iðraði seg. Temjingin hjá honum miseydnaðist, Páll A. Klettskarð streyk avstað við bóltinum og legði innfyri. Bólturin fór út í vinstru, og eftir at Jóannes Bjartalíð og Mads Bo Mikkelsen høvdu samanspælt, varð bólturin lagdur fyri føturnar á Patrick Da Silva, sum eitt vet úr vinstru smekkaði til, og við handara stólpa var Páll leysur og skoraði.
Tað eydnaðist ikki KÍ at skifta eitt ella tvey gir rætta vegin. Tað gekk ikki so væl við neyvleikanum í samanspælinum og deyðbóltunum. Ein stóran part av heiðrinum fyri, at spælið var órógvað áttu víkingarnir, sum arbeiddu ógvuliga væl og nógv og ikki stóðu aftanfyri heimamenninar í nærdystunum. Martin Klein Joensen syrgdi sum fremsti maður alla tíðina fyri at órógva miðverjarnar, tá ið teir troyndu at spæla fram, Geza Dávid Turi og Noah Mneney fyltu nógv á sentrala miðvøllinum, verjan var væl skipað og Bárður J. Hansen í høgru eyðsýndur í uppspælinum, og tað verður og fer næstu dagarnar at verða nógv diskuterað, um víkingarnir áttu brotsspark.
Eftir KÍ horna misti Mads Bo Mikkelsen bóltin dygst uttanfyri brotsteigin hjá Víkingi. Géza Dávid Turi varð leysur á KÍ hálvuni, og tá ið hann var komin í KÍ brotsteigin og staddur eitt vet til høgru ætlaði at skjóta, fór hann um koll í nærdysti við KÍ spælara, sum royndi at takla. Brotsspark, hildu víkingarnir. Nei, segði væl plaseraði dómarin, og so var leikferðin høg til síðsta bríksl.
Víkingur spenti álopsbogan, og tað vóru spentar støður í báðum endum, uttan at tað eydnaðist at skora fleiri mál, og so stakk KÍ seg trý stig aftrat framum næsta avbjóðaran í FM stríðnum.
KÍ – Víkingur 1-0 (0-0)
1-0: Páll A. Klettskarð 55.
Dómari: Alex Troleis
KÍ: Mathias Rosenørn – Deni Pavlovic (Jesper Brinck, 75.), Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Mads Bo Mikkelsen, Jákup Andreasen, Jóannes Bjartalíð – Árni Frederiksberg (Jonn Johannesen, 92.), Páll A. Klettskarð, René S. Joensen
Gult kort: Mads Bo Mikkelsen, Jákup B. Andreasen, Páll A. Klettskarð
Venjari: Mikkjal K. Thomassen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson, Noah Mneney, Géza Dávid Turi, Olaf Bárðarson (Ingi Jonhardsson, 86.) – Sølvi Vatnhamar, Martin Klein Joensen (Andreas Lava Olsen, 79.)
Gult kort: Bárður J. Hansen, Géza Dávid Turi, Noah Mneney, Olaf Bárðarson, Bergur Gregersen
Venjari: Jóhan Petur Poulsen