Páll og Sirið royna enn einaferð

Tey royna enn einaferð at fáa Strandferðsluna at sigla langa fríggjadag, páskadag og jóladag

 

Strandferðslan skal sigla hvønn dag í árinum.

Tað halda tey bæði, Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu, tingfólk fyri Tjóðveldi.

Enn einaferð hava tey lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta pening til at Strandferðslan kann sigla hvønn dag í árinum.

Samstundis verður neyðugt at samráðast við fakfeløgini um sigling hesar dagarnar.

 

Tey bæði ásanna, at í dag eru 85 prosent av føroyingum samanbundin við føstum vegasambandi og teir kunnu sostatt ferðast akkurát sum tey vilja.

 

Men tað eru 15 prosent av føroyingum, sum ikki hava henda møguleika, men sum framvegis eru tengd at strandfaraskipunum.

 

Sum støðan er í dag, so eru tað tríggir dagar í árinum, at strandfaraskipini ikki sigla, nevniliga páskadag, jóladag og langa fríggjadag.

 

- Umframt, at dagligur tørvur er á støðugum farleiðum gerandisdagar, er tað kanska serliga, tá ið fólk hava frí, at tey hava tørv á og møguleika at ferðast, siga tey bæði.

 

Tey halda, at tað eru slíkar dagar, fólk hava hug at vitja familju og annars hava høvi at vera saman.

 

- Somuleiðis hava fólk, sum skulu til arbeiðis, bæði her heima og sum skulu av landinum, tørv á, at skipini sigla allar dagar.

 

Løgtingið hevur brúkt nógvan pening upp á at byggja samferðsluna og hevur sostatt ásanna, hvussu stóran týdning hon hevur.

 

- Tí átti tað ikki at verið ringt at viðurkent tørvin hjá teimum, sum sigla. Tey 15 prosentini, sum framvegis mugu sigla, hava ikki møguleika at fara frá húsum, tá ið tey vilja, siga Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð tey leggja hetta uppskotið fram, men higartil hevur tað ikki vunnið frama í Løgtinginum.