Páll og Kristian Oskar stilla upp

Í gjárkvøldið gjørdist greitt, hvørji valevnini hjá Tjóðveldi í Sandoynni verða á løgtingsvalinum komandi.

Á uppstillingarfundi í Sandoyar Tjóðveldisfelag, sum varð hildin í Virkinum á Sandi í gjárkvøldið, gjørdist greitt, hvørji valevnini hjá Tjóðveldi í Sandoynni verða á løgtingsvalinum.

 

Fundurin gjørdi av at stilla teir báðar, Páll á Reynatúgvu og Kristian Oskar Henriksen, upp. Páll er væl kendur úr landspolitikki, og Kristian Oskar situr í bygdarráðnum á Sandi.

 

Páll á Reynatúgvu situr á tingi fyri Tjóðveldi.

 

Hann fall á seinasta løgtingsvali, men tá Kristina Háfoss fór í Norðurlandaráðið, tók hann sætið aftur á Føroya løgtingi. Á fólkatingsvalinum herfyri stillaði Kristian Oskar Henriksen upp fyri Tjóðveldi.

 

Nú løgtingsval verður hin 8. desember, hevur Sandoyar Tjóðveldisfelag gjørt av at stilla teir báðar upp, og soleiðis verður mett, at Tjóðveldi í Sandoynni stendur enn sterkari.