Nýggi venjarin hjá TB, Páll Guðlaugsson var ikki í iva um, at hann átti at hava fingið minst eitt stig í dystinum ímóti ÍF á heimavølli í Trongisvági í dag.
Ein dystur, sum ÍF vann 1-0, tá Clayton Soares spældi Dánjal á Lakjuni leystan. Páll Guðlaugsson segði, at hjá heimaáskoðarunum var eingin ivi: málið var offside.
Dánjal á Lakjuni var tó alt annað enn samdur. Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Páll Guðlaugsson og Dánjal á Lakjuni søgdu í sendingini "3. hálvleikur " á Rás2.