Páll leggur fyri í somu øði

KÍ skoraði beinanvegin á Skála, har spurningurin síðani var, hvussu stórur meistarasigurin fór at verða

Tað var vorðin sum biti, sum uppflytararnir á Skála í kvøld skuldu gloypa. Meistararnir úr Klaksvík vóru í fyrsta umfari gestir undir Mýruhjalla, og KÍ ferðalagið riggar nú til at fara norðuraftur. Í viðføðinum hava teir trý stig, tí KÍ vann 3-0.

 

Fyrsta málið varð skorað longu áðrenn fimm minuttir vóru farnir. Nýggi vongverjin í vinstru Patrik De Silva sendi bóltin framvið síðulinjuni í vinstru til Jóannes Bjartalíð, ið sneiddi inn á baklinjuni og so legði flatt innfyri og eftir eina ella tvær ferðir kontra endaði bólturin hjá Páll A. Klettskarð, sum smekkaði bóltin í málið.

 

Eitt korter seinni varð støðan 2-0. Eftir fínt álop í høgru og innlegg var tað eyðsýndi miðvallarin Mads Bo Mikkelsen sum setti bóltin í málið.

 

KÍ hevði nógv spæl og onkrar aðrar málmøguleikar í fyrra hálvleiki, men triðja málið varð ikki skorað fyrr enn tað restaðu fýra minuttir. Páll A. Klettskarð er tann, sum hevur skorað flest mál av øllum fyri KÍ, og í kvøld legði hann tvey mál aftrat metinum. Næstsíðsta fótin á málinum, sum staðfesti 3-0 sigurin, átti innskifti Børge Petersen, sum nakrar fáar minuttir frammanundan hevði avloyst Mads Bo Mikkelsen. Hann var í fyrra hálvleiki sentralur miðvallari og eftir steðgin var hann vongverji í høgru, tá ið Jesper Brinck varð tikin út og Deni Pavlovic settur á miðvøllin.

 

Páll A. Klettskarð skoraði í fjør 18 mál í landskappingini, og nú hevur hann skorað 150 mál í landskappingini í fremstu røð.

 

Skála hevði ongan upplagdan málmøguleika. Eftir steðgin hevði Árni Frederiksberg hjá KÍ heilt stóran málmøguleika, tá ið hann fekk fatur á bóltinum í uppspæli hjá heimaliðnum. Árni streyk avstað og var í góðari støðu, tá ið hann royndi ímóti málinum. Ein av heimamonnunum var tá komin í verjustøðu og megnaði at bjarga. Árni vildi vera við, at verjuspælarin hevði bjargað við arminum, men tað var dómarin ikki samdur við honum í.

 

 

 

Skála – KÍ 0-3 (0-2)

 

0-1: Páll A. Klettskarð 5.

 

0-2: Mads Bo Mikkelsen 19.

 

0-3: Páll A. Klettskarð 85.

 

Dómari: Rúni Olsen

 

Skála: Jákup Nolsøe Olsen – Mikal á Reynatrøð, Vukasin Tomic, Jákup Jakobsen, Kristian Martin Jakobsen – Ari Ó. Ellingsgaard, Emil Weihe Joensen – Poul Kallsberg, Jan Ingason Hansen (Martin Johansen, 76.), Andreas Egeberg Jacobsen – Christian Høgh Sørensen

 

Gult kort: Kristian Martin Jakobsen

 

Venjari: Michael Bjørn Nielsen

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jesper Brinck (Deni Pavlovic, 46.), Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva (Jonn Johannesen, 81.) – Mads Bo Mikkelsen (Børge Petersen, 83.), Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Jóannes Bjartalíð (Olaf K. Hansen, 88.)

 

Gult kort: Børge Petersen

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen