Tá ið tað restaðu fimm minuttir í Klaksvík, gjørdi KÍ tvær skiftingar. Árni Frederiksberg og Hallur Hansson fóru av vøllinum, og Jákup B. Andreasen og Deni Pavlovic vórðu skiftir inn. Tað boðaði frá, at nú ráddi tað um at verja 2-1 leiðsluna.
07 Vestur hevði tá í langa løtu fleiri ferðir verið framvið, og vágamenn spældu seg til møguleikar, sum teir áttu at havt umsett til 2-2.
Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, legði Patrik Johannesen við horna innfyri úr vinstru. Bólturin varð snittaður til handara stólpa, har Deni Pavlovic fekk eyka leiklut sammett við, at hann var ætlaður at vera við til at varðveita leiðsluna. Deni Pavlovic stýrdi bóltin í kassan, og so var tað greitt, at KÍ vann 3-1, og at 07 Vestur framvegis ongantíð hevur vunnið fulla úrtøku í Klaksvík.
-Tá ið tú í Klaksvík spælir teg til fleiri møguleikar, sum ikki verða umsettir til mál, so er ikki møguligt at vinna stig á útivølli ímóti KÍ, staðfesti 07 Vestur venjarin Dan Brimsvík í samrøðu við Regin Sivertsen í FM1 útvarpinum. Venjarin var nøgdur við avrikið hjá sínum monnum:
-Hugburðurin var góður, og vit hittu ofta mótstøðumenninar frammarlaga á vøllinum. Hetta gevur mót um næstu dystirnar, sigur Dan Brimsvík.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Páll A. Klettskarð KÍ á odda, men bara tveir minuttir seinni svaraði 07 Vestur aftur, tá ið ein av nýggju monnunum Casper G. Hansen javnaði. Tað var eftir innlegg úr vinstru frá einum øðrum av nýggju monnunum – Mikkel Hyllegaard.
Stórar tíggju minuttir eftir steðgin var Páll A. Klettskarð aftur upp á spæl, tá ið hann fyri 208. ferð var málskjútti í bestu landskappingini.
So høvdu gestirnir í góða løtu meiri tak á spælinum. Teir vunnu ikki mál úr møguleikum, og so staðfesti Deni Pavlovic 3-1 heimasigurin.
-Hetta var ársins fyrsti dystur, og tað ráddi um at vinna øll stigini. Tað er torført, tá ið mótstøðuliðið spælir soleiðis fyri lívinum, sum 07 Vestur gjørdi í dag, og tí eri eg nøgdur við úrslitið. Vit hava framvegis nógv at arbeiða við, og tað fara vit nú at gera, sigur nýggi KÍ venjarin Magnus Powell.
KÍ – 07 Vestur 3-1 (1-1)
1-0: Páll A. Klettskarð 22.
1-1: Casper G. Hansen 24.
2-1: Páll A. Klettskarð 56.
3-1: Deni Pavlovic 91.
Dómari: Kári J. á Høvdanum