Eftir at hava verið uttanlands í trý ár, er Páll Mohr Joensen aftur á klettunum, og í dag skrivaðu Páll aftur undir sáttmála við barndómsfelagið, HB.
Tað skriva HB á heimasíðuni.
Sáttmálin ger hann til HB spælara til næsta kappingarár er lokið.
- Vit kenna Páll sum ein góðan leikara, sum var fastur fúsur á 1. liði í fleiri ár, áðrenn hann fór av landinum, sigur HB.
- Páll slepti ikki heilt fótbóltinum á flatlondum, tí hann hevur øll árini spælt við útisetaliðnum hjá okkum í Keypmannahavn - ÍF Føroyar.
Hann hevur longu spælt sín fyrsta dyst fyri HB í ár, tá hann í seinasta dystinum hjá 1. deild fyri summarsteðgin, kom á vøllin í seinna hálvleiki móti B71.
Einar 12 minuttir seinni hevði Páll eisini skora sítt fyrsta mál fyri HB í ár, skrivar HB
Á myndini er Páll Mohr Mortensen og Bjarni Joensen, nevndarlimur í HB, beint eftir at sáttmálin var undirskrivaður.