Páll Klettskarð byrjar inni

Páll Klettskarð og Súni Olsen koma inn, meðan Jóan Símun Edmundsson og Daniel Udsen detta út

Føroyska landsliðið hevur verið til taktik fund og liðið er nú sett. Páll Andrasson Klettskarð og Súni Olsen koma inn á liðið, meðan Jóan Símun Edmundsson og Daniel Udsen eru settir á bonkin.

 

Páll Andrasson Klettskarð avloysir Jóan Símun Edmundsson sum áleypari. Súni Olsen kemur inn mitt á miðjuni og skumpar Hallur Hansson fram á framrættaða miðvøllin. Christian Lamhauge Holst verður fluttur út á vongin, har Dainel Udsen so dettur úr uppstillingini.

 

Føroyar: (4-4-1-1)

Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Jóhan T. Davidsen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Christian L. Holst, Súni Olsen, Fróði Benjaminsen, Pól Jóhannus Justinussen – Hallur Hansson – Páll A. Klettskarð