Páll klárur til kappingarbyrjan

Páll Klettskarð verður helst tøkur til kappingarbyrjan

KÍ toppskjúttin hevur givið avboð til venjingarleguna hjá landsliðnum, tí hann hevur ein afturvendandi skaða í fótinum, sum argar. Hann kláraði bara ein hálvan tíma í Klaksvíkskappingini og gav avboð til venjingarleguna.

 

- Páll fær viðgerð fyri skaðan og vit vænta at hann verður tøkur til kappingarbyrjan, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá KÍ.

 

Páll Klettskarð hevur verið toppskjútti hjá KÍ tvey tey farnu árini. Samanlagt hevur hann skotið 42 mál hesi bæði árini í landskappingini. Tí hevur KÍ illa ráð at hava Páll Klettskarð skaddan.

 

KÍ spælir í kvøld venjingardyst móti Skála. Hetta verður fyrstu ferð, at Rodrigo Silva verður aftur í KÍ troyggjuni síðani hann spældi við felagnum í 2008.