Páll ivasamur til landsliðið

Páll A. Klettskarð mátti skiftast út í dag, og er ivasamur til venjingarleguna hjá landsliðnum

Talan er um ein afturvendandi skaða í fótinum, sum millum annað darvaði framherjanum nógv, tá hann spældi við Víkingi. Páll hevur verið til viðgerð og í dag byrjaði hann inni í finaluni í Klaksvíkskappingini.

 

Eftir 35 minuttir mátti framherjin biðja um at blíva skiftur út, tí hann kendi til skaðan í fótinum. Páll hevur ikki tikið avgerð um hann gevur avboð til venjingarleguna hjá landsliðnum, sum verður í Spania í næstum.

 

KÍ hevur ongan beinleiðis framherja fyri Páll Klettskarð. Tað tóktist síggjast aftur á spælinum. kÍ er nú í holt við at finna ein spælara, sum kann geva felagnum fleiri møguleikar í álopinum.