Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Páll Hansen, varð í dag valdur til forseta í Nordiska Maskinbefelfederationen (NMF).
Nordiska Maskinbefelfederationen er samtøka av norðurlendskum maskinmeistarafeløgum.
Valskeiðið sum forseti er trý ár.
Á myndini hevur fráfarandi forsetin, Leif Wikstrøm úr Finlandi, handað Pálli fundarhamaran.
Fundurin í dag varð hildin í Reykjavík, og næsti fundur verður í Helsingfors í mai mánaði næsta ár.
Tað veit heimasíðan hjá Maskinmeistarafelagnum at siga í dag.