Tað bleiv sum væntað Páll Guðlaugsson, sum tekur yvir í TB. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum í kvøld.
Heimasíðan skrivar víðari:
“Páll H. Guðlaugsson, sum er 54 ár og ættaður úr Íslandi, hevur drúgvar royndir sum fótbóltsvenjari. Á Faroesoccer sæst, at hann í Føroyum hevur staðið á odda fyri ÍF, EB/Streymi, B36, GÍ og seinast KÍ.
Sum flestu føroyingum kunnugt, hevur Páll Guðlaugsson eisini verið venjari hjá føroyska A-landsliðnum, og tað var við honum við róðrið, at Føroyar vann søguliga dystin móti Eysturríki í 1990.
Sostatt hevur TB sett ein sera royndan venjara, og vónandi verður hann maðurin, sum megnar at venda keðiligu gongdini hjá felagnum seinastu tíðina.”