Páll Finnur Páll aftur í REX

Tá Páll Finnur Páll spældu í REX leygarkvøldið, var longu tíðliga útselt, tí verður skipað fyri eyka kvøldið við teimum fríggjakvøldið 27. desember.

So nógv fólk vildu sleppa til konsertina, at trappan upp í gjøgnum klubban var á tremur við fjepparum, ið royndu at sleppa inn, Tí hava fyriskipararnir valt at endurtaka tiltakið nú fríggjakvøldið.

Stóri áhugin vísir, enn einafarð, at Páll Finnur eru millum best umtóktu føroysku tónleikabólkar.  Teir hava serlig evni at skriva fangandi og syngi-við-vinarlig poppløg, ið tó ofta hava tekstir, ið eru sera provokerandi.

Í REX verður sostatt høvi at hoyra um partering av grannum, mannaát og kynsligt misbrúk og um at sova hjá Kaj, Oyrasund, Forelskaðar sjónleikarar, og mangt ananð sungi yndisliga og vakurt, sum bert Páll Finnur Páll duga tað.