Páll fegnast um sigurin og ynskir KÍ alt gott

Effodeildin: Venjarin hjá TB, Páll Guðlaugsson fegnaðist um 3-2 sigurin hjá TB yvir KÍ norðuri í Klaksvík, men hann undirstrikaði í samrøðu á Rás2, at hann ynskir KÍ alt gott. Páll er nøgdur við avrikini hjá TB higartil, tí hann hevur bert havt tvær vikur til at rætta uppá tingini.

 

Tróndur Arge tosaði eisini við liðskipararnar, Rógva Joensen hjá TB og Hjalgrím Elttør hjá KÍ. Rógvi undirstrikar, at TB skal arbeiða hart fyri at yvirliva, og Hjalgrím staðfesti, at stigatalvan lýgur ikki, og nú má KÍ veruliga til at betra seg.

 

Tað ber til at hoyra prátini við Páll Guðlaugsson, Rógva Joensen og Hjalgrím Elttør undir myndini. Fremst í ljóðbrotinum ber til at hoyra hæddarpunktini frá endanum av dystinum, sum Tróndur Arge segði frá á Rás2. Bill McLeod Jacobsen var viðmerkjari.