Páll Fangi verður ikki fangaður

6-mannafør menn: Fyri sættu ferð í ár vóru klaksvíkingar fremstir og hósvíkingar næstfremstir

Tað er ikki ástøðiliga staðfest, at Páll Fangi er føroyameistari, men í veruleikanum ber tað ikki til at ímynda sær, at Páll Fangi verður tikin.

 

Í dag vann Páll Fangi úr Klaksvík fyri sættu ferð í ár. Gongdin minti nógv um gongdina, sum hon hevur verið fleiri av undanfarnu ferðunum. Páll Fangi hevði undan vestanstevnu í Sørvági vunnið allar fimm kappingarnar, og allar fimm ferðirnar høvdu hósvíkingar umborð á Hósvíkingi verið næstfremstir.

 

Soleiðis var tað eisini í dag. Páll Fangi fekk besta startin og stakk stavnir framum avbjóðararnar. Froðbingur hevði hug at bjóða av saman við Hósvíkingi og Skúgvi úr Sandavági, men so tørnaði tað út, sum tað plagar at gera.

 

Páll Fangi legði seg skutin undan Hósvíkingi, sum aftur í dag vísti seg at vera tann drúgvasti í kappingini um næstfremsta plássið. Hósvíkingur stríddist fyri at fáa fatur á Páll Fanga, og tað var ikki fyrr enn bátarnir fóru um málið, at sigurin hjá klaksvíkingum var heilt vísur.

 

Gongdin í dag kundi bent á, at tað er møguleiki fyri spennandi kapping á ólavsøku. Men tað er eingin ivi um, at Páll Fangi á ólavsøku fer at tryggja sær FM heitið.

 

Skúgvur úr Sandavági hevur verið rættiliga drúgvur í summar, og soleiðis var tað eisini í dag. Skúgvur var eina bátslongd aftanfyri Hósvíking, menn kappingin um bronsuplássið var øgiliga stór í dag, og tað var bara hálvur stavnurin millum Skúgv og Froðbing, tá ið teir fóru um málið.

 

-

 

1Páll Fangi (KRF)04:54.09
2Hósvíkingur (HVR)04:56.03
3Skúgvur (SÍF)04:59.11
4Froðbingur (FSR)04:59.12
5Rádni (ÍF)05:02.35
6Sjóherji (Tindur)05:02.37
7Sjódrekin (Skála)05:06.44
8Kollfirðingur (KÍF)05:07.44
9Tindur (Tindur)05:08.24
10Víkingur (HR)05:09.22
11Sølmundur (NSÍ)05:12.49

 

stavnur.fo

 

FM støðan

 

1Páll Fangi (KRF)42
2Hósvíkingur (HVR)35
3Skúgvur (SÍF)31
4Froðbingur (FSR)21
5Rádni (ÍF)18
6Kollfirðingur (KÍF)9
7Sjódrekin (Skála)5
8Tindur (Tindur)5
9Sjóherji (Tindur)2
10Víkingur (HR)0
11Sølmundur (NSÍ)0
12Gongurólvur (HR)0