Páll á vippuni

- Tess meira ítøkilig loysnin verður, sum kann gera Sandoyartunnilin til veruleika, tess størri áhuga hava eg fyri henni.

 

Soleiðis ljóðar diplomatiska svarið hjá Páll á Reynatúgvu, nú samgongan við løgmanni á odda dyrgir eftir atkvøðum fyri privatu tunnilsloysnini millum Streymoynna og Eysturoynna.

 

Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi sigur seg dáma best almennu loysnina fyri Eysturoyartunnilin, sum samstundis verður knýttur saman við Sandoyartunnlinum. Kortini letur hann dyrnar standa á glopp.

 

- Eg vil ikki binda meg fastan til nakað ella taka støðu til nakað frammanundan. Eg vil hava vissu fyri tí grundarlagi, sum eg taka mína støðu út frá. Og í løtuni er støðan ikki nóg greið, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava í felag lagt fram uppskot um eina almenna tunnilsloysn, bæði fyri Eysturoyar- og Sandoyartunnilin.

 

Uppskotið tekur støði í, at landið setir av 260 milliónir krónur á fíggjarlógini næstu níggju árini til almenna partafelagið P/F Føroyatunnlar. Felagið skal fyrst gera Eysturoyartunnilin og síðani Sandoyartunnilin, ið skal fíggjast við inntøkum frá Eysturoyartunnlinum.

 

Páll á Reynatúgvu vil ikki binda seg til at atkvøða fyri hesum uppskotinum.

 

- Tað er eingin ivi um, at Tjóðveldi tekur undir við samhaldsfestu loysnini, og tað geri eg eisini hugsjónarliga. Men royndirnar við Sandoyartunnlinum hava kortini víst, at tað kann vera neyðugt at taka ótraditionell stig, eisini hjá mær sum politikara, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

Spurdur, hvat tað merkir, svarar sandoyartingmaðurin við myndatalu:

 

- Sandoyggin er í tí støðu, at hon flýtur úti á opnum havi, har sum lítil hjálp er at heinta. Og tá kann tað vera neyðugt, eisini hjá mær, at rætta meg út eftir tí viðabulinum, sum kann bjarga oynni í land.

 

Hoyr samrøðu við Páll á Reynatúgvu við at trýsta á pílin undir myndini.