Hann hevur áður sagt, at hansara tíð í politikki var farin. Hann varð ikki afturvaldur á seinasta vali, men gjørdist fyrsti varamaður. Tá Kristina Háfoss leggja tingsessin frá sær fyri at gerast stjóri í Norðurlandaráðum, var pláss fyri Páll á Reynatúgvu.
– At virka í politikki er ein spennandi og avbjóðandi tilvera, skrivar Páll á Reynatúgvu í kvøld..
Hann sigur, at grundarlagið undir avgerðini at taka við sessinum var eitt tilmæli frá nevndini í Sandoyar Tjóðveldisfelag, og eisini tann veruleiki, at hann var komin hampuliga væl fyri seg aftur, eftir álvarsliga sjúkustøðu.
– Eg gjørdi tá samstundis av, at eg fór at stilla uppaftur til hettar valið, um heilsustøðan loyvdi tí, og eisini tí at tað er torført at venda aftur til mítt gamla starvsøki av somu orsøk.
– Tingarbeiði dámar mær, og drúgvu royndirnar skulu koma landi og fólki til góðar, sigur hann og heldur fram.
– Tað eru rættiliga nógv, sum hava spurt meg, um eg fari at stilla uppaftur til eitt komandi løgtingsval, og stutta og greiða svarið er ja.
Páll á Reynatúgvu stillaði ikki upp til fólkatingsvalið, men tað gjørdi Kristian Oskar Henriksen, ið summi tí hildu fór at vera valevni fyri Tjóðveldi á Sandoy til løgtingsvalið. Til seinasta løgtingsval bara bara eitt valevni fyri Tjóðveldi á Sandoynni.