Sarah Palin gjørdist eitt kent andlit í USA og aðrastaðni, tá hon stillaði upp sum varaforsetaevni hjá John McCain á forsetavalinum í 2008. Síaðni hevur hon ikki verið so nógv frammi, men nú fáa amerikanararnir hana aftur á sjónvarpsskíggjan.
New York Times skrivar, at Sarah Palin hevur skrivað undir sáttmála við ta høgrasinnaðu sjónvarpsrásina Fox News, har hon fær sína egnu sending.
Tað hevur annars ljóðað, at Sarah Palin hevur umhugsað at royna seg sum forsetavalevni fyri republikanararnar í 2012.