Palin var eitt mistak

Tað var eitt eitt mistak, tá republikanski flokkurin í USA valdi Sarah Palin til varaforsetaevni til valið í 2008. Tað sigur fyrrverandi varaforsetin Dick Cheny.

-Málið varð ikki nóg væl viðgjørt. Eg haldi ikki, at hon stóð royndina til at vera til reiðar at taka við sum forseti, sigur Cheney í samrøðu við sjónvarpið ABC í sendingini "This Week".

John McCain var forsetavalevni hjá republikanarunum í 2008, og tað var hann, sum valdi Sarah Palin til varaforsetaevni. Men sambært eygleiðarum fóru nógvir republikanskir veljarar ikki á val, tí teir hildu ikki, at Sarah Palin var búgvin at taka við forsetaembætinum, sum okkurt skuldi hent tá tá 72 ára gamla McCain.

-Mær dámar Palin. Eg havi hitt hana, og eg kenni hana. Men sjálvt um ein hevur verið guvernørur í eini tvey ár, er ein ikki til reiðar at taka við sum forseti, sigur Dick Cheney við ABC.