Orðaskiftið í nátt millum tey bæði varaforsetavalevnini í USA snúði seg best um Irak og fíggjarkreppuna Sjónvarpsdysturin millum Joe Biden og Sarah Palin í nátt hevði sera stóran áhuga og bleiv av mongum roknaður sum tann veruliga royndin hjá teirri óroyndu Sarah Palin ímóti tí garvaða Biden.
Orðaskiftið snúði seg fyrst um fíggjarkreppuna, og Joe Biden fanst hvassliga at John McCain, sum sambært Joe Biden als ikki hevur fylgt við tí, sum er hent.
Sarah Palin vísti atfinningini aftur og segði, at høvuðsmálið hjá McCain er at tryggja amerikanarunum arbeiði.
Ein meiningakanning undan sjónvarpssendingini vísti, at 60 prosent av amerikanarunum halda ikki, at Sarah Palin hevur tær neyðugu royndirnar til at røkja varaforsetaembætið. Fyri einum mánað vóru tað bara 45 prosent, sum hildu tað um hana, sigur ABC.
Ein kanning, sum bleiv gjørd aftan á sendingina í nátt, vísti, at meiri enn 80 prosent av teimum spurdu hildu, at Sarah Palin hevði staðið seg betur, enn tey høvdu væntað.
Eygleiðarar siga, at dysturin í nátt var heldur tamur. Fyribils eru ongar ætlanir um ein sjónvarpsdyst afturat teirra millum.