Fleiri rakettir vórðu í dag skotnar úr Gaza-geiranum inn í Ísrael, og tann hernaðarligi vongurin av Hamas og tann íslamistiski bólkurin Jihad hava átikið sær ábyrgdina. Teir siga, at rakettálopið var svar upp á eitt ísraelskt loftálop á Gaza í gjár, tá tíggju fólk vórðu særd.
Ein talskvinna fyri ísraelsku løgregluna sigur, at umleið 20 rakettir komu inn í Ísrael, men at einki fólk fekk skaða (myndin).
-Allar rakettirnar brustu í óbygdum øki, men eini hús fingu kortini skaða, sigur talskvinnan við AFP-tíðindastovuna.










