Palestinsku leiðararnir kunngjørdu í gjár, at teir eru sinnaðir at fara undir óbeinleiðis tingingar við Ísrael við USA sum millumgongumanni. Siga ísraelsmenn tað sama, eru hetta fyrstu tingingar millum partarnar í meiri enn eitt ár, skrivar AP.
Teir palestinsku leiðararnir siga seg kortini ikki hava serliga góðar vónir um at fáa nakað burtur úr tingingum við stjórnina hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra.
Amerikanski varaforsetin, Joe Biden, skuldi koma til Miðeysturs í dag, har hann fer at eggja palestinum og ísraelsmonnum til at taka tingingarnar uppaftur.