Palestinar ætla at skipa skiftisstjórn

Palestinsku rørslurnar Fatah og Hamas eru sambært palestinskum keldum samdar um at halda tjóðartingsval á Vestara Áarbakka og í Gaza-geiranum í mai næsta ár. Tað skrivar ísraelska blaðið Haaretz.

Sambært keldunum hava umboð fyri tær báðar rørslurnar tingast í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo, og tey eru vorðin samd um at skipa eina skiftisstjórn við núverandi forsætisráðharranum, Salam Fayyad, sum leiðara.

Seinasta tjóðartingsvalið í teimum palestinsku økjunum var í 2006, men árið eftir tók Hamas valdið í Gaza og rendi Fatah á dyr. Sambært Haaretz eru partarnir heldur ikki heilt samdir enn. Eitt nú er ósemja um ráðharrarnar í skiftisstjórnini, og hvussu trygdardeildirnar hjá teimum báðum pørtunum skulu samstarva.