Palestinar og ísraelsmenn á fund

Ísraelskir og palestinskir embætismenn fara í morgin á fund at umrøða møguleikarnar fyri, at samráðingarnar um varandi frið kunnu takast uppaftur.

Fundurin, sum er tann fyrsti millum partarnar í meiri enn eitt ár, verður í Jordan. Ísraelska uttanríkisráðið sigur, at talan er um eina veruliga roynd at finna eitt samráðingarstøði, sum báðir partar kunnu taka undir við.

Umboð fyri tað sokallaðu Miðeystur-kvartettina fara at taka lut á fundinum í morgin. Í kvartettini eru ST, ES, USA og Russland. Kvartettin hevur leingi roynt at fáa ísraelsmenn og palestinar til samráðingarborðið.