Hamas sendi hermenn at forða fólki at flýggja inn um egyptiska markið, og hinumegin vóru egyptiskir hermenn, sum høvdu somu uppgávu. Men eygnavitni siga við AP-tíðindastovuna, at teir egyptisku hermenninir gjørdu einki fyri at forða palestinunum at koma inn um markið. Fleiri vendu kortini aftur eftir at hava keypt mjólk, aðrar neyðsynjarvørur og benzin.
Marknaliðini millum Gaza og Ísrael hava verið stongd síðani seinasta hósdag. Rafah-liðið er einasta marknaliðið millum Gaza og Egyptaland, men tað hevur verið stongt, síðani Hamas fekk eftirlit við økinum seinasta summar.
ST sigur, at viðurskiftini í Gaza-geiranum kunnu enda sum ein vanlukka, verða marknaliðini ikki latin uppaftur.










