Palestinar fáa bara tóm orð

Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, bønar umheimin um hjálp, men heimsins leiðarar aftra seg við at finnast at Ísrael.

ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, hevur mælt ísraelsku stjórnini til at vísa varsemi, men heimsfelagsskapurin aftrar seg við at finnast at Ísrael, nú landið hevur søkt at Gaza og sett fleiri ráðharrar og tinglimir í varðhald. Ein frágreiðing er kanska, at sambært embætismonnum er ST farið undir loyniligar samráðingar við báðar partar fyri at fáa eina loysn á kreppuni.

Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, hevur biðið altjóða samfelagið leggja uppí. Talsmaður hansara, Nabil Abu Rudeima, segði í gjár, at forsetin fordømir ísraelska álopið, og at fleiri ráðharrar og tinglimir eru tiknir, og at hann vil hava ta sokallaðu Miðeystur-kvartettina og altjóða samfelagið at taka neyðug stig alt fyri eitt.

Men ST, ES, USA og Russland, sum mynda kvartettina, eru varin við at finnast at Ísrael. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Condoleezza Rice, sigur, at eitt ávíst afturhaldni hevði kanska fingið friðartilgongdina aftur á beina kós, men at palestinar mugu eisini gevast við sínum álopum.

-Hendan kreppan vísir, hvussu neyðugt tað er, at allir partar, allir palestinskir partar, arbeiða saman fyri at fáa enda á yvirganginum, legði hon afturat.

Norska stjórnin hevur fordømt ísraelsku innrásina í Gaza.

-Vit kunnu á ongan hátt góðtaka eitt tílíkt átak, tí ísraelska svarið er alt ov umfatandi samanborið við orsøkina til innrásina, segði Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, í gjár. Hann legði afturat, at ísraelsku álopini á samferðslukervið í Gaza er brot á fólkarættin, og at tað er álvarssamt.