Við einum máli í yvirtíðini syrgdi veteranurin, Martin Palermo, fyri, at Argentina framvegis hevur vónina um at vinna seg til HM-endaspælið í fótbólti. Málið gjørdi nevnliga, at Argentina vann 2-1 á Peru, og nú stendur Argentina seg, um teir megna at spæla javnt í seinasta dystinum, sum er á útivølli móti Uruguay. Og sum tað sæst á myndini, so var argentinski landsliðsvenjarin meira enn fegin um málið.