Palacio til Tottenham

Tað var ein góð íløga hjá Wigan, tá teir fyri bara einum ári síðani keyptu álopsspælaran, Palacio, sum er landsliðsspælari fyri Honduras. Prísurin tá var eina millión pund, men nú keypir Tottenham spælaran fyri 14 ferðir hesa upphæddina. Sambært ensku miðlunum er tað nú bara læknakanningin, sum vantar, áðrenn partarnir seta undirskrift á sáttmála sínamillum.