Palace slapp úr botninum

Nýggi Crystal Palace venjarin, Tony Pulis, fekk fyrsta sigurin við einum sjálsomum Marouane Chamakh máli

Nýggi Crystal Palace venjarin, Tony Pulis, fekk fyrsta sigurin við einum sjálsomum Marouane Chamakh máli

 

Eftir at West Ham hevði havt trýstið at byrja við, har Mohamed Diame stútaði yvir, stútaði Chamakh sítt fyrst mál síðani august eftir ein Barry Bannan tvørbólt.

 

Palace kundi verið komið meira á odda, men Jussi Jaaskelainen bjargaði tvær ferðir frá Jason Puncheon og Cameron Jerome.

 

Men liðið hjá Tony Pulis vardi væl, og tey trý stigini hjálptu Palace at flyta frá botninum av Premier League.

 

Eagles eru tó framvegis trý stig frá bjargina, men mátin teir megnaðu at halda fast móti West Ham, gevur Pulis vón um at varðveita metið, ongantíð at verða fluttur niður í 21 ár sum venjari.