Pál Weihe er settur sum adjungeraður professari á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum. Hesum boðar Fróðskaparsetur Føroya frá í dag.
Pál Weihe er í dagliga yrki sínum yvirlækni og leiðari á Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, og er væl kendur millum bæði leik og lærd fyri sítt ídna granskingarvirksemi.
Pál Weihe er professaramettur sbrt. reglugerð fyri professarastørv á Fróðskaparsetri Føroya. Tríggir professarar frá útlendskum stovnum hava mett um førleikar hansara, og eru teir ivaleysir í síni niðurstøðu: Pál Weihe er sera væl skikkaður til professarastarv í fólkaheilsu á Fróðskaparsetrinum.
Eitt av endamálunum við skipanini við adjungeraðum professarum er, at granskarar uttan fyri Setrið verða knýttir formliga at stovninum og varða av fakøkjum, ið Setrið ikki sjálvt hevur fasta manning til. Sum adjungeraður professari fer Pál Weihe at hava uppgávur, sum fevna um millum annað at menna hægri útbúgving og gransking innan heilsu- og læknavísindi, og at virka fyri vísindaligum samstarvi í Føroyum og uttanlands við serligum atliti at fólkaheilsu í føroyska samfelagnum.
Í sambandi við, at Pál Weihe verður settur sum adjungeraður professari á Setrinum, verður skipað fyri almennari samkomu í fyrilestrarhølinum á Sjúkrarøktarfrøðideildini í Jónas Broncks gøtu 25 fríggjadagin tann 13. mars kl 15.