Í morgin - týsdagin 1. mars klokkan 15 - verður samkoma í Heilsu- og innlendismálaráðnum í samband við, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur valt nýggjan formann og nýggjar limir í Fólkaheilsuráðið.
Á samkomuni verður tað fyrst Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum fer at almannakunngera nøvnini á teimum, ið komandi árini skulu mynda Fólkaheilsuráðið.
Tá Sirið Stenberg hevur avdúkað nýggja Fólkaheilsuráðið, og hvør nýggjur formaður verður, fer Pál Weihe, fyrrverandi formaður í ráðnum, at siga nøkur orð. Eisini fer nývaldi formaðurin at greiða frá sínum ætlanum á fólkaheilsuøkinum.