Pál vann silvur í Monaco

Pál Joensen vann í dag silvur í 400 metra frísvimjing á Mare Nostrum í Monaco.

Pál Joensen svam seg í dag til eitt silvurheiðursmerki á Mare Nostrum stevnuni í Monaco, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:50.41. Suðurafrikanski Devon Brown vann gull við tíðini 3:49.57, og eysturríski David Brandl bronsu við 3:51.20. Danski Mads Glæsner varð nummar 6 við tíðini 3:56.35.