Pál Joensen hevur vunnið enn ein heiður.
Svimjing.com skrivar soleiðis um bragdið hjá Páli: Pál Joensen megnaði í kvøld at vinna gull á eysturdonsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:54.64, har silvurvinnarin Anton Ørskov Ipsen svam 3:58.16 og triði Magnus Sloth Poulsen 4:10.91. Tað var Pál fremst allan vegin, og eisini væl skjótari enn tilsvarandi finalan á vesturdonsku meistarastevnuni, har Viktor B. Bromer vann við 4:01.10, Frans Johannesen vann silvur við 4:03.16 og Anton Bromer varð nummar trý við 4:09.70.
(Mynd: René Thomsen)