Pál tók seg úr finaluni

Pál Joensen valdi at taka seg úr 1500m-finaluni í DM á stuttgeil.

Hóast Pál Joensen var við á listanum yvir teir svimjarar, sum í gjár skuldu svimja finalu á 1500-teininum á donsku meistarastevunini á stuttgeil um vikuskiftið, so var hann ikki ímillum teirra, sum lóttuku. Hann valdi nevniliga at taka seg sjálvan úr finaluni.


Les eisini: 5 gull til Magnus í Danmark


Pál sigur í samrøðu við svoem.dk, at hann tók avgerðina eftir at hann ikki kendi seg heilt væl tveir dagar frammanundan, og at hann ikki vil taka nakrar kjansir áðrenn HM í Doha, sum verður um eina góða viku.


Hósdagin í síðstu viku svam Pál finaluna í 400m í hesi somu kappingini, og tá vann hann gull.